Skriva út
01. mai 2020

Nú kunnu fyritøkur søkja um COVID 19-stuðul

TAKS tekur nú ímóti umsóknum frá fyritøkum, sum vilja søkja um stuðul til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19. Stuðulin er partur av hjálparpakka 2, sum kom í gildi við lóg tann 9. apríl 2020. Kunngerðin, sum ásetir neyvari reglur fyri lógini, varð lýst fyrradagin, og nú er klárt at søkja.

Kunngerðin er umfatandi, og TAKS hevur tí gjørt eina síðu, sum greiðir frá reglunum, og hvussu ið søkt verður. Adressan er www.taks.fo/covid19-stuðul-til fyritøkur.

Eru spurningar um COVID 19-stuðulin, ber til at ringja til kundatænastuna hjá TAKS á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag frá 10 til 15. Til ber eisini at skriva til covid19@taks.fo.

Leinki

www.taks.fo/covid19-stuðul-til fyritøkur