Skriva út
21. januar 2016

Nú verður kringvarpsgjaldið innkravt

Í desember broytti Løgtingið lógina um kringvarp og ásetti, at TAKS frá 1. januar 2016 skal krevja inn kringvarpsgjald. Vit eru nú til reiðar til nýggju uppgávuna.

Tey, sum eru millum 24 og 66 ár, rinda 150 kr. um mánaðin
Lógin ásetir, at allir persónar, sum eru millum 24 og 66 ár, skulu rinda 150 kr. um mánaðin í kringvarpsgjaldi. Tey, sum eru 67 ár og eldri, rinda 50 kr. um mánaðin, og tey, sum eru 23 ár og yngri, rinda einki. Tað eru bert fólk við fullari skattskyldu í Føroyum, ið rinda kringvarpsgjald. Lesandi, ið búgva uttanlands, men sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, rinda tó einki.

Vanligir løntakarar rinda gjøgnum skattin
Hjá teimum, sum hava A-inntøku, verður kringvarpsgjaldið kravt inn á sama hátt sum skattur, heilsutrygd og onnur gjøld. Hjá teimum, sum lesa í Føroyum og fáa lestrarstuðul, verður gjaldið trekt av lestrarstuðlinum. Tey, sum ikki hava A-inntøku, fáa rokning sendandi hvønn mánað.

Virkir og stovnar rinda árligt gjald
Meðan borgarar rinda kringvarpsgjaldið mánaðarliga, rinda feløg, virkir og kommunalir og almennir stovnar eitt árligt gjald, sum er ásett eftir lønarútreiðslum teirra. Niðanfyri er talva, sum vísir, hvussu hesar upphæddir verða roknaðar.

Útgoldin løn frá:Útgoldin løn til:Gjald fyri árið:
0,00 kr.99.999,99 kr.0,00 kr.
100.000,00 kr.499.999,99 kr.2.000,00 kr.
500.000,00 kr.999.999,99 kr.3.500,00 kr.
1.000.000,00 kr.2.999.999,99 kr.7.000,00 kr.
3.000.000,00 kr.6.999.999,99 kr.8.000,00 kr.
7.000.000,00 kr.9.999.999,99 kr.9.000,00 kr.
10.000.000,00 kr.12.000,00 kr.


Til ber at lesa um kringvarpsgjald hjá borgarum her og stovnum og fyritøkum her.