Nú verður skjótari at fáa pakkan heim
Frá í dag, 20. mai 2025, kunnu ikki bara TAKS, men eisini flutningsfeløg tollavgreiða pakkar til borgarar, um tey eru góðkend sum speditørar. Tað hendir við kunngerð um loyvi til flutningsfeløg og speditørar, sum TAKS og Fíggjarmálaráðið hava tikið stig til.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, væntar, at hetta kann gerast eitt framstig fyri øll: „Við kunngerðini fáa flutningsfeløgini nýggjar møguleikar, TAKS fær betri tíð til eftirlitsarbeiðið – og borgarin fær pakkan skjótari heim,“ sigur landsstýriskvinnan.
Kunngerðin er nú lýst, og nýggja skipanin er komin í gildi.