Skriva út
23. desember 2014

Nýggj krøv til uppseting av skattliga ársroknskapinum

Við ársskiftið kemur kunngerð í gildi, sum ásetur krøv um, at einstaklingsvirkir og feløg frá 2015 skulu seta sín skattliga ársroknskap upp eftir nøkrum standard roknskaparleistum.

Sjey ymiskir roknskaparleistir
Talan er um sjey ymiskar leistir av standardroknskapum, harav fýra eru roknaðir til einstaklingsvirki og tríggir til feløg og felagsskapir. Flestu einstaklingsvirkini skulu nýta ein og sama leist, men bóndir, hýruvognsánarar og útleigarar skulu nýta hvør sín serstaka leist.

Hjá feløgunum verður skilað ímillum feløg og felagsskapir, sum hava skyldu at gera ársfrásøgn eftir lógini um ársroknskap, og so tey, sum ikki hava hesa skyldu, men sum skulu lata inn ársroknskap. Feløgini, ið skulu gera ársfrásøgn, skulu velja ímillum tveir leistir, har tann eini er greinbýttur og hin er starvsbýttur.

Leistirnir longu tøkir
Hóast nýggju krøvini, um at gera upp eftir hesum nýggju leistunum, ikki eru galdandi fyri roknskapirnar fyri inntøkuárið 2014, so eru allir leistirnir longu tøkir á heimasíðuni hjá TAKS. Orsøkin til hetta er, at summi virkir og feløg longu nú hava tørv á at tillaga sínar roknskaparbókingar til nýggju leistirnar. Annars er einki til hindurs fyri at nýta nýggju leistirnar til uppsetingina av skattliga roknskapinum fyri 2014.

Partur av longri verkætlan
Nýggju krøvini og leistirnir eru liður í trý ára verkætlan, ið vanliga verður rópt eRoknskap. Endamálið við verkætlanini er, at allir roknskapir til myndugleikarnar framyvir verða standardiseraðir og talgildir. Fyrsta stig í verkætlanini varð tikið í fjør, tá ið tað við kunngerð varð ásett, at allir roknskapir framyvir skuldu latast inn á talgildan hátt.

Allir roknskaparleistirnir finnast her á síðuni undir oyðubløð > skattur > skattaroknskapir. Leistirnir eru at finna sum fylgiskjøl til kunngerðina.