Skriva út
05. juni 2020

Nýggj tænasta frá TAKS: Bílegg eitt prát

Nú kanst tú bíleggja eitt prát við TAKS, um tú hevur brúk fyri vegleiðing ella svari í onkrum TAKS-spurningi hjá tær. Fyrimunurin við at bíleggja eitt prát er, at tá fáa vit betur fyrireikað títt mál og kunnu geva eitt nágreiniligari svar.

Bílegg eitt prát her á heimasíðuni, og vit venda aftur til tín sum skjótast, helst innan tveir yrkadagar. Tú kanst eisini bíleggja á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 til 15.

Leinki

Bílegg eitt prát