Nýggj vegleiðing um útlendsk akfør
TAKS hevur gjørt nýggja vegleiðing um, nær útlendsk akfør kunnu innflytast til Føroya toll- og avgjaldsfrítt í eitt avmarkað tíðarskeið.
Vegleiðingin er galdandi fyri bæði privat og vinnulig akfør.
Meginreglan er, at akfør, sum verða innflutt til Føroya, skulu tollavgreiðast.
Privatpersónar, sum ikki búgva fast í Føroyum, kunnu tó í ávísum førum taka sítt egna akfar við sær toll- og avgjaldsfrítt. Hetta er bara til egna nýtslu og í mesta lagi tríggjar mánaðir í eitt 12-mánaða tíðarskeið. Akfarið má ikki brúkast til vinnuligt virksemi.
Vegleiðingin greiðir eisini frá undantøkum fyri vinnulig akfør. Talan kann til dømis vera um bussar við ferðafólki, akfør hjá sølu- og umsjónarfólki og akfør, sum verða brúkt til at flyta vøru til og úr Føroyum.
Vegleiðingin er galdandi frá 29. apríl 2026 og kann lesast her: Vegleiðing um útlendsk akfør.