Lurta

Privatpersónar kunnu ikki longur innflyta nikotinvesku

Í eina tíð hava fólk kunnað bílagt og innflutt nikotinvesku til e-sigarettir til Føroya.

Løgtingið hevur nú broytt heilivágslógina, so hetta ikki longur er loyvt.

Nikotin verður roknað sum heilivágur, og bara Apoteksverkið kann innflyta heilivág til Føroya.

Tó hava ferðandi til Føroya heimild at innflyta heilivág til egna nýtslu, meðan tey eru her.

Áður kundi orðingin í lógini skiljast soleiðis, at øll høvdu hesa heimild. Tað var ikki endamálið við lógini. Tí er lógin nú broytt, so undantakið bara fevnir um ferðandi.

Lógarbroytingin kom í gildi 22. mai 2026.

> Les um innflutning av heilivági

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.