Skriva út
26. juni 2019

Rættingar fyri 175 milliónir í 2018

Eftirlitsarbeiðið hjá TAKS í 2018 er nú uppgjørt, og tølini vísa, at komið varð fram á 175 milliónir krónur, sum ikki vóru rætt uppgivnar til skattingar í fjør. Talan er um ymisk sløg av eftirlitum, men í upphæddum var 2018 serliga merkt av rættingum í kapitalvinningsskatti.

Rættingar eru gjørdar í skattskyldigu inntøkuni hjá bæði persónum og fyritøkum, og nógvar mvg-hækkingar eru eisini gjørdar. Av øðrum eftirlitum er t.d. at nevna ferðastuðul, rentustuðul og toll.

175 milliónir er nakað meira, enn tað hevur verið seinastu árini. Verður talið umroknað til, hvussu nógv kom afturat í landskassan, svarar hetta til 62 milliónir krónur.