Skriva út
27. august 2015

Rættingar fyri 30 milliónir krónur fyrra hálvár

Ein uppgerð yvir fyrra hálvár av eftirlitsarbeiðinum hjá TAKS vísir, at rættingar eru gjørdar fyri góðar 30 milliónir krónur.

Talan er serliga um hækkingar í mvg-skylduni og skattskyldigu inntøkuni hjá fyritøkum. Eisini eru fleiri rættingar í kapitalvinningsskatti, persónsskatti, rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.

Á tolløkinum er eisini forðað fyri innflutningi av 663,1 grammum av hassji, umframt nakað av amfetamini og øðrum ólógligum og vandamiklum evnum.

“Vit meta ikki, at støðan er verri enn tað, sum vit hava sæð síðstu árini. Flestøll hava gott skil á sínum fíggjarviðurskiftum, men tølini vísa, at tað er neyðugt hjá TAKS at hava eitt vælvirkandi eftirlit, soleiðis at alt er so rætt, sum til ber”, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.