Skriva út
02. januar 2023

Rinda b-skattin fyri 2022 í síðsta lagi 31. januar og spar eykagjaldið á 4%

Hevur tú havt b-skattainntøku í 2022, sum tú ikki hevur goldið skatt av enn, sleppur tú undan eykagjaldinum á 4%, um tú rindar í síðsta lagi 31. januar 2023.

Gert tú flytingina millum tveir ymiskar peningastovnar, skal flytingin gerast ein arbeiðsdag frammanundan freistina, sum í hesum føri verður mánadagin 30. januar 2023.

Vilt tú vita, hvussu nógvan skatt, tú skalt rinda fyri 2022, kanst tú nýta skattaroknaran hjá okkum. Sí leinki niðanfyri. Skalt tú skriva útrokningina út, er best at nýta Chrome ella Firefox.

Skatturin skal flytast á eina av niðanfyristandandi kontum. Viðmerk p-tal og 2022, tá ið tú flytur.

PeningastovnurSkrás. nr.Kontunr.BIC/SWIFTIBAN
BankNordik6460101.104.0FIFBFOTXFO29 6460 0001 0110 40
Betri Banki9181152.861.2EIKBFOTFFO65 9181 0001 5286 12
Norðoya Sparikassi9865100.188.9NOYAFO21FO09 9865 0001 0018 89
Suðuroyar Sparikassi9870100.084.6SUSPFOT1FO21 9870 0001 0008 46
Danske Bank3100169.349.92DABADKKKDK88 3000 0016 9349 92

Gev gætur: Rindar tú írestandi skatt í seinasta lagi 31. januar 2023, fært tú sendandi sjálvuppgávubræv 2022, har tú verður biðin um at fráboða inntøku o.a., sum ikki er skattað í fyribilsárinum. Sjálvuppgáva skal fyllast út og latast inn umvegis Borgaragluggan ella sendast sum bræv til TAKS, Postboks 2151, FO-100 Tórshavn.

Leinki

Skattaroknarin
Um Borgaragluggan
Til Borgaragluggan