Skriva út
19. februar 2014

Roknskaparførsla til hýruvognskoyring

TAKS skal í samband við fyrispurningar um roknskaparførslu hjá hýruvognsførarum gera vart við, at onki er broytt, viðvíkjandi mátanum roknskapurin skal gerast uppá.

Roknskapurin skal framvegis fylgja galdandi reglum, og inntøkan skal gerast upp, grundað á koyribók/kassa roknskap.

Vísandi til kunngerð nr. 21 frá 19. februar 2003 um skráseting av motorakførum, skal tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, føra nágreiniliga koyribók. Og vísandi til § 9 í kunngerð nr. 22 frá 27. januar 1993 um minstukrøv til bókhald og roknskap, skulu virkir, sum fáa kontant inngjaldingar, føra kassa roknskap.

Vísandi til § 4 í kunngerð nr. 21 frá 19. februar 2003 um skráseting av motorakførum, skal tann, ið hevur loyvi at skráseta hýruvogn uttan skrásetingargjald, vátta koyrdar kilometrar og inntøkur av koyrdu kilometrunum. Inntøkan av koyringini skal kunna útgreinast fyri eitt ávíst tíðarskeið, ið TAKS ynskir lýst, og hýruvognurin skal latast til kilometuravlesing, tá TAKS biður um tað.

Hetta merkir, at hýruvognsførarar framvegis skulu føra koyribók, sum vísir inntøkuna.

Koyribókin skal vera førd fyri alla koyring og skal í minsta lagi vísa dagfesting fyri, nær koyrt verður. Samstundis skal nágreinast soleiðis at:

1) kilometurteljarin við arbeiðsbyrjan verður lisin av og førdur í koyribókina,
2) kilometurteljarin við arbeiðslok verður lisin av og førdur í koyribókina og
3) koyrdir kilometrar og inntøka av koyringini verða førd í koyribókina.

TAKS hevur gamlar bøkur til “kassa- og koyribók fyri hýruvognførarar”, sum verða latnar ókeypis, so leingi sum lagur er.