Skriva út
02. mars 2018

Roknskaparleistur til útróður

Við einum roknskaparleisti til útróður ger TAKS tað nú lættari hjá hesi vinnugrein at lata inn roknskap í sambandi við sjálvuppgávuna. Roknskaparleisturin inniheldur nevniliga bert teir teigar, sum eru viðkomandi fyri útróðrarvinnuna, aðrir teigar eru burturtiknir.

Hetta er fjórði roknskaparleistur, sum TAKS ger til spesifikkar vinnur. Hinir eru gjørdir til landbúnað, hýruvognar og húsaleigu.

Harumframt eru gjørdir tveir leistir til allar aðrar vinnugreinar. Ein uttan løn og avskriving og ein við løn og/ella avskriving.

Les meira um roknskap og finn allar roknsakaparleistir
Síggj, hvussu ein roknskaparleistur uttan løn og avskriving verður útfyltur