Skriva út
02. juli 2021

Samleikin komin fyri Mínlykil

1. juli 2021 fór Mínlykil í søguna, og ritast kann nú bert inn á Borgaragluggan og Vinnugluggan við Samleikanum.

Samleikin er ókeypis app til telefon og teldil

Appin er ment av Talgildu Føroyum og kann brúkast av øllum, sum eru fylt 15 ár og hava føroyskt p-tal.
Hevur tú Samleikan á telefonini ella teldlinum, kanst tú eisini brúka hann á øllum teldum. Har skal einki installerast.

Heinta appina og lesa meira á heimasíðuni hjá Samleikanum

> Vitja heimasíðuna hjá Samleikanum