Skriva út
04. september 2019

Samstarvsavtala millum Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og Politiið í Føroyum um eftirlit á arbeiðsmarknaðinum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og Politiið í Føroyum eru farin undir samstarv at gera eftirlit á arbeiðsmarknaðinum við atliti til sosiala dumping, eins og gjørt verður í hinum norðurlendsku londunum.

Aftaná at hava umrøtt karmarnar seinasta árið, undirritaðu Leivur Persson, stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum, Karin Elisa Niclasen, varastjóri á TAKS, og Michael Boolsen, fúti, í dag formliga samstarvsavtalu.

Avtalan hevur við sær, at myndugleikarnir frameftir koma at gera samskipað eftirlitsátøk á arbeiðsmarknaðinum, har dentur verður lagdur á at eftirkanna, um arbeiðsgevarar halda reglurnar um m.a. arbeiðsloyvi, skatt, meirvirðisgjald og arbeiðsumhvørvi.

Avtalan tryggjar, at myndugleikarnir hava neyðuga sambandið fyri at kunna virka samskipað, skjótt og miðvíst.

Hóast líknandi samstørv hava fleiri ár á baki í hinum norðurlendsku londunum, er talan um eitt nýtt átak í Føroyum.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur samskipandi leiklutin í samstarvinum, men allir myndugleikarnir samstarva javnbjóðis um eftirlitsátøkini.

Fyrstu samskipaðu eftirlitini verða væntandi á heysti 2019.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið
TAKS
Politiið í Føroyum