Lurta

Seinkað gjald av b-skatti og partafelagsskatti

Av tøkniligum ávum er ikki trekt fyri b-skatt og partafelagsskatt hjá teimum, sum hava gjaldsavtalu við TAKS um hetta. Tað merkir, at eitt nú útisiglarar og sjálvstøðugt vinnurekandi hava ikki goldið skatt í sambandi við síðstu lønarflyting.

Arbeitt verður við at rætta feilin, og skatturin verður trektur sum skjótast.

Eingin renta verður roknað.

TAKS

 

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.