Skriva út
11. februar 2020

Sekt og meting í sambandi við innlating av kapitalvinningssjálvuppgávu

Við broyting í kapitalvinningsskattalógini hevur TAKS fingið heimild til at áleggja sekt, um persónar ella feløg ikki lata inn fullfíggjaða kapitalvinningssjálvuppgávu til ásetta freist.

Verður kapitalvinningssjálvuppgávan als ikki innlatin, hevur TAKS við lógarbroytingini somuleiðis fingið heimild til at meta um kapitalvinningsskattin.

Higartil hava nevndu heimildir bert verið galdandi fyri partafelagssjálvuppgávuna og sjálvuppgávuna hjá persónum.

Broytingin er komin við § 18, stk. 7, í lógini og er galdandi frá og við skattaárinum 2019.

Leinki

Kapitalvinningsskattalógin