Skriva út
11. desember 2015

Sjúkrarøktarfrøðingum nýtist kortini ikki at lata TAKS upplýsingar um eftirlønarviðurskifti síni hjá PKA

Í novembermánaði sendu vit 750 sjúkrarøktarfrøðingum bræv við áheitan um at lata okkum upplýsingar um eftirlønarviðurskifti teirra hjá danska eftirlønarveitararanum, PKA.

Okkum tørvaði upplýsingarnar, í sambandi við at danskar eftirlønarskipanir vórðu umlagdar frá at vera engangssum til alderssum.

Upprunaliga heittu vit á PKA um at lata okkum upplýsingarnar, men í fyrsta umfari sýtti felagið fyri hesum. Nú hevur tað kortini eftirlíkað ynski okkara, og sjúkrarøktarfrøðingarnir sleppa tí frá hesum arbeiði, eins og vit høvdu ætlað av fyrstan tíð.


Uppgerð yvir eftirlønarviðurskifti verður send fyrst í komandi ári
Vit fara nú at viðgera innkomnu upplýsingarnar, og fyrst í komandi ári senda vit sjúkrarøktarfrøðingunum nýtt bræv við uppgerð yvir eftirlønarviðurskifti teirra eftir nevndu umlegging.

Vit biðja um umbering fyri møguligt órógv.