Skriva út
02. februar 2018

Skattaskipanin ávirkar, nær fyritíðarpensjonistar fáa fullan ágóða av skattalættanum

Allir fyritíðarpensjonistar fáa minst 12.000 kr. meira at liva fyri í 2018, men útrokningarhátturin í skattaskipanini hjá TAKS ger, at teir ikki longu nú merkja fullan ágóða av, at grundupphæddin til fyritíðarpensjonistar frá 1. januar 2018 gjørdist skattafrí.

Tá ið grundupphæddin varð gjørd skattafrí, broytti Almannaverkið inntøkuna hjá fyritíðarpensjonistunum, so at grundupphæddin ikki verður roknað við í skattskyldiga partin av inntøkuni. Útrokningarhátturin í skattaskipanin ger tó, at henda broytingin ikki merkist beinanvegin.

Soleiðis roknar skattaskipanin

Skattaskipanin hjá TAKS er gjørd soleiðis, at hon leypandi roknar og setir skattin hjá persónum eftir inntøkuni tríggjar teir undanfarnu mánaðirnar. Minkar ella veksur inntøkan, verður skatturin tillagaður gjøgnum árið.

Hesin útrokningarháttur riggar vanliga væl, tí hann hevur við sær, at øll, sum hava eina rímiliga javna inntøku, við árslok hava rindað rættan skatt. Men útrokningarhátturin hevur tó eisini við sær, at borgarar ikki altíð merkja broytingar í inntøkum ella í skatti beinanvegin, og soleiðis er í hesum førinum við fyritíðarpensjonistunum.

Í februar og mars fer skattaskipanin tó støðugt at geva fyritíðarpensjonistunum størri ágóða av skattalættanum, og frá apríl fara teir at merkja skattalættan fult út, tí tá hevur skattaskipanin sjálvvirkandi lagað skattin til nýggja inntøkugrundarlagið. Tá árið er av, hava allir fyritíðarpensjonistar fingið minst 12.000 kr. í meirinntøku av skattalættanum.