Skriva út
24. februar 2015

Skattur rindast av donskum eftirlønum í Føroyum

300 fólk fáa í næstum bræv frá TAKS við fráboðan um, at teimum vantar at rinda skatt av eftirlønarinntøku, ið tey hava fingið goldna í Danmark.

Talan er í stóran mun um fólk í eftirlønaraldri, sum eru búsitandi í Føroyum. Sambært upplýsingum, sum TAKS nýliga hevur fingið frá donsku skattamyndugleikunum, hava hesi fólk í árunum 2012 og 2013 fingið eftirløn goldna út í Danmark, sum tey ikki hava goldið skatt av í Føroyum.

Í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark skal eftirløn skattast í landinum, har ein er búsitandi, og tískil skulu fólk, sum búgva í Føroyum, men sum fáa eftirløn goldna frá Danmark, rinda skatt av hesi eftirløn í Føroyum.

Brævið, sum hesi 300 fólkini fáa, er eitt ætlanarskriv, har boðað verður frá, at TAKS ætlar at broyta inntøkugrundarlagið og skattin hjá hesum fólkum samsvarandi upplýsingunum úr Danmark. Í brævinum verða fólk boðin sjálvi at lata TAKS eina fráboðan, við øllum sínum eftirlønarupplýsingum fyri árini 2012 og 2013, men sagt verður eisini, at um TAKS ikki frættir annað, so verða inntøkan og skatturin broytt í tráð við nýggju upplýsingarnar.

Fáa eisini sjálvuppgávu fyri 2014
Av tí at talan er um eftirlønarinntøkur, gongur TAKS út frá, at hesi fólkini eisini hava havt inntøkurnar í 2014. Tískil fáa hesi somu 300 eitt bræv við áheitan um at lata sjálvuppgávu inn fyri 2014. Tað brævið sendir TAKS út fyrst í marsmánað.

Upplýsingarnar partur av norðurlendskum samstarvi
Orsøkin, til at TAKS nýliga hevur fingið hópupplýsingar frá donsku skattamyndguleikunum, er ein norðurlendsk verkætlan, har norðurlendsku skattamyndugleikarnir arbeiða fram ímóti at veita hvør øðrum lættari atgongd til neyðugar skattaupplýsingar.