Skriva út
09. mars 2015

Skatturin passaði hjá 21.131 borgarum

Fyrstu skattauppgerðirnar fyri 2014 eru nú sendar út. Talan er í alt um 35.743 uppgerðir.

Sambært tølunum hjá TAKS hava í alt 15.937 persónar goldið ov nógv í skatti, og fáa hesi nú pengar. Samlaði avlopsskatturin er 41.615.472 krónur.

1.030 persónar hava goldið ov lítið, og fáa tey í næstum eina rokning fyri írestandi skatt.
Samlaði írestandi skatturin er 2.328.240 krónur.

Er avlopsskatturin minni enn 25 kr. verður hann ikki útgoldin, meðan írestandi skattur á minni enn 100 kr. ikki verður kravdur.

6.580 skulu lata sjálvuppgávu inn
Í alt 6.580 persónar fáa ikki framskundaða skattauppgerð sendandi, men í staðin eitt bræv um, at tey skulu lata sjálvuppgávu inn. Tá sjálvuppgávan er latin inn, verður skattauppgerðin hjá hesum gjørd.

Skattgjaldarar, sum fáa framskundaða skattauppgerð sendandi, skulu kanna, um hendan er røtt. Eru feilir í uppgerðini, ella vanta upplýsingar, so skal ein lata sjálvuppgávu inn við teimum røttu upplýsingunum. Lættast og skjótast er at lata sjálvuppgávu inn á eSkatt.fo.

Hagtøl við skattauppgerðini fyri 2013 eru at finna her.