Skriva út
02. mai 2019

Skip skulu boða tolleftirlitinum frá, tá tey koma til Føroya úr útlendskari havn

Fyri mánaði síðan fingu uppsjóvarskip aftur loyvi at landa uttanlands, eftir at tey í nøkur ár bert hava kunnað landað í Føroyum. Nú, svartkjaftatíðin er upp á tað mesta, er tískil høvið at minna á regluna um, at skip skulu boða føroyskum tollmyndugleikum frá, tá tey koma aftur úr útlondum.

Reglan er eisini galdandi fyri útlendsk skip, sum koma í føroyska havn, t.d. at landa ella at bunkra. Hjá teimum er tað ikki minni umráðandi at boða frá, eitt nú fyri at kunna tryggja sporførið á veiðuni.

Fráboðanarskyldan liggur hjá skipinum, men tað er eisini álagt havnarmyndugleikum at siga tollvaldinum frá, um nakar ivi er.

Ófráboðaðar komur verða sektaðar við bót.

Fráboðanarskyldan er ikki bert galdandi fyri skip, men fyri ferðslu úr útlondum til Føroya yvirhøvur, eitt nú av stuttleikabátum og flogførum.

Les um tað praktiska í sambandi við fráboðanina á www.taks.fo/tollgreidsla-av-skipum-og-flogforum.