Lurta

Skjót hjálp og góð samskipan gjørdu munin

Tá fraktskipið Orange Spirit legði at á Tvøroyri við útgerð til eitt russiskt skip, vildi TAKS fremja tolleftirlit alt fyri eitt.
 
Atlantic Airways fleyg tollararnar suður, og løgreglan heintaði teir á tyrlupallinum og koyrdi teir á bryggjuna.
 
Bert ein tíma eftir, at skipið legði at, var eftirlitið liðugt. Einki óvanligt varð staðfest umborð.
 
TAKS takkar Atlantic Airways og løgregluni fyri góða samstarvið.

 

Fimm tollarar hjá TAKS standa framman fyri eina tyrlu hjá Atlantic Airways.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.