Skriva út
04. september 2014

Støðugt hækkaðar skattainntøkur

Skattainntøkurnar hjá bæði landi og kommunum hava verið nakað hægri ein stóran part av árinum sæð í mun til í fjør. Nýggjasta skattauppgerðin hjá TAKS vísir, at gongdin seinastu mánaðirnar heldur fram.

Landið hevur fyrstu átta mánaðirnar í ár fingið væl meir inn í skattainntøku sum sama tíðarskeið í fjør. Landið hevur higartil í ár fingið góðar 854 milliónir krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er talan um eina hækking á nærum 40 milliónir krónur ella 4,9 prosent.

Føroysku kommunurnar hava higartil eisini fingið meira inn í skatti fyrstu átta mánaðirnar í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Kommunurnar hava higartil í ár samanlagt fingið 970 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 37 milliónir krónur ella 3,95 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Allar tær størru kommunurnar hava havt eina framgongd í stattainntøkunum fyrstu átta mánaðirnar í ár sammett við í sama tíðarskeið í fjør. Tað eru einans fýra kommunur, ið hava havt eina lægri skattainntøku

Fyrstu átta mánaðirnar í 2013 eru slakar 170 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 28 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, slakar 18 milliónir krónur meira. Í ár er fyrsta árið, har eftirlønaruppsparing er ásett við lóg.

Yvirlit yvir fyribilsskattin kann síggjast her.
Yvirlit yvir kommunuskattin kann síggjast her.