Skriva út
01. mars 2016

TAKS á Facebook

Í dag læt TAKS upp á Facebook. Vit nýggju tænastuni vilja vit geva borgaranum møguleikan at fáa kunning, har hann vanliga ferðast, eins og vit kunnu samskifta og vegleiða skjótt og óformelt.

Við síðuni kann borgarin eisini velja at fáa tíðindi frá okkum beinleiðis inn á tíðindastreymin hjá sær á Facebook. Tað kunnu vera áminningar um umráðandi freistir, upplýsingar um skattligar møguleikar og skyldur og tíðindi, sum kunnu ávirka gerandisdagin hjá borgaranum.

Síðan inniheldur eisini ymiskar undirsíður, har borgarin kann lesa um nakrar av okkara tænastum og klikkja beinleiðis víðari til teirra, eitt nú Borgaragluggan, Vinnugluggan og Barsilsskipanina.

Vitja TAKS á Facebook.