Skriva út
17. september 2018

​TAKS ætlar í Hægstarætt við Varðanum

TAKS fer at søkja Procesbevillingsnævnet um loyvi at sleppa í Hægstarætt við málinum ímóti eigarunum av Pf. Varðanum.

TAKS metir framvegis, at niðurstøðan í málinum eigur at vera ein onnur. Rættarstøðan á økinum er harumframt ógreið, og TAKS metir sum myndugleiki, at tað er skylda stovnsins at vera við til at fáa greiðu á støðuni.

Tí søkja vit um loyvi at sleppa at royna málið í Hægstarætti.

TAKS hevur ikki fleiri viðmerkingar um málið, so leingi tað ikki er endaliga avgreitt.

Argir, hin 17. september 2018