Lurta

TAKS avdúkað smugling við fraktskipi

Vanliga hoyra vit, at rúsevni verða smuglað til Føroya við Norrønu ella um flogvøllin í Vágum, men smuglað verður eisini á annan hátt.

Í vikuni hava tollarar hjá TAKS lagt hald á fýra kilo av hassji, sum roynt var at smugla til Føroya við fraktskipi.

Málið er nú latið løgregluni.