Skriva út
14. mai 2014

TAKS fær nýggja telefonskipan

Frá mikudegnum 21. mai fær TAKS eina sonevnda innvalsskipan. Tá tú framyvir ringir til TAKS, verður tú soleiðis biðin um at fyrihalda teg til nakrar valmøguleikar, við at trýsta á ávís nummur.

Við nýggju telefonskipanini vóna vit á TAKS at betra um tænastuna til okkara viðskiftafólk, eitt nú við at stytta um bíðitíðina í telefonini og fækka um óneyðugar umstillingar.