Skriva út
23. mars 2022

TAKS fann 251 mió. í 2021

Nú TAKS hevur gjørt upp hvussu tað hilnaðist at náa ásettu málunum í eftirlitsætlanini fyri 2021, kann ikki sigast annað enn, at TAKS hevur fingið nógv burturúr í eftirlitsarbeiðinum. Í arbeiðinum komu starvsfólkini hjá TAKS fram á 251 mió. krónur, sum ikki vóru uppgivnar.

Talan er um ymisk sløg av eftirlitum. Hækkingar í skattskyldugari inntøku hjá feløgum vórðu gjørdar fyri tilsamans 154 mió., ímeðan tað hjá privatpersónum var talan um hækkingar upp á 15 mió. Hjá bæði feløgum og privatpersónum blivu hækkingar gjørdar fyri 66 mió. í skattskyldugari kapitalvinningsinntøku.

Rættingar í meirvirðisgjaldi og tolli vórðu gjørdar fyri 7 mió., og afturat hesum koma so rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum.

Hetta førir so við sær, at TAKS rættar hesar skeivu uppgerðirnar, og í summum førum manglandi uppgerðirnar, og úrslitið er, at tað skuldu gjaldast umleið 59 mió. í landskassan sum beinleiðis úrslit av eftirlitsarbeiðinum.

“Rættingar fyri 251 mió. ljóðar av nógvum, og er omanfyri miðal seinastu árini. Vit síggja at vinnulívið í Føroyum er blivið meira samansett og kompliserað, og tað ger eisini, at vit í fleiri førum nú enn áður koma fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir. Í 2021 var serliga talan um stórar rættingar hjá stórum feløgum. Hetta vísir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at TAKS hevur eitt nøktandi eftirlit, sum fylgir við tíðini”, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.

Hvørt ár verður løgd ein ætlan fyri eftirlitsarbeiðið hjá TAKS, sum arbeitt verður eftir. Tað er tó sera trupult frammanundan at meta um, hvat eftirlitsarbeiðið fer at kasta av sær, tí ilt er at vita, hvat man kemur fram á, og tað kann svinga nógv.