Skriva út
07. apríl 2016

TAKS fann 63.000.000 í fjør

63 milliónir krónur vóru ikki givnar rætt upp í skatti í 2015. Tað vísir uppgerð, sum TAKS hevur gjørt yvir eftirlitsarbeiðið hjá stovninum farna árið.

Rættingar í skattskyldigari inntøku hjá vinnulívi og borgarum vórðu gjørdar fyri 27,6 milliónir. Í meirvirðisgjaldi og tolli var talan um 14,8 milliónir, og í kapitalvinningsskatti 9,6 milliónir. Hartil koma rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum fyri 11 milliónir.

Hvørt ár leggur TAKS eina arbeiðsætlan fyri eftirlitsarbeiðið hjá stovninum. Tað er altíð trupult at meta um, hvat eftirlitið fer at kasta av sær, tí ilt er at vita frammanundan, hvat ein kemur fram á, og hetta kann skifta nógv frá ári til ár. Hóast 63 milliónir er nógvur peningur, so meta vit á TAKS kortini, at sum heild verða sjálvuppgávur og roknskapir betur frágingin enn áður. Ein orsøk kann vera, at TAKS seinnu árini er vorðið sjónligari og hevur kunnað meira um hesi viðurskifti.