Skriva út
22. juni 2017

TAKS lagt hald á munandi meiri rúsevni í ár

Nøgdin av rúsevni, sum TAKS hevur afturhildið higartil í ár, er longu nógv størri enn alt árið í fjør. Fyrstu fimm mánaðirnar av 2017 eru funnin 19 kilo av hassji – meiri enn tríggjar ferðir so nógv sum í 2016, tá ið hald var lagt á 6 kilo. Tollarar hava eisini lagt hald á hørð rúsevnir sum MDMA og kokain, men talan er um smærri nøgdir.

– Hóast vit gleðast um, at vit eru við til at tálma rúsevnasøluni og skaðunum, sum hon ger á føroyska samfelagið, so er tað ræðandi, at nøgdin av rúsevni, sum vit leggja hald á, veksur so nógv, sigur Eyðun Mørkøre, stóri á TAKS.

Umráðandi við góðum eftirliti

Smuglarar finna alsamt nýggjar vegir at føra rúsevni til Føroya, og avbjóðingin at hava eftirlit við smuglingini veksur. Eyðun Mørkøre vísir tó á, at við fakligari dagføring, samstarvi og dugnaligum starvsfólki megnar TAKS at fylgja við gongdini, og stovnurin hevur eisini tætt samband við tollmyndugleikar í grannalondum.

– Tað er ilt at siga, hvussu nógv rúsevni kemur til Føroya, men eg haldi, at vaksandi tølini vísa, hvussu umráðandi tað er at hava eitt gott eftirlit, sigur Eyðun Mørkøre at enda.