Skriva út
19. desember 2016

TAKS luttekur á Jobmatch

Ein so stórur bussur sum TAKS hevur ikki tann kvikasta motorin, men hann hevur legendariska trygd og rástyrki. Hann førir teg eisini langt, antin tú brúkar hann sum stabilisator í tínum lívi ella sum vippu víðari upp í gradirnar.

Vit eru annars ein nýmótans stovnur, sum tryggjar landskassanum inntøkur, umsitur veitingar til fólkið og verjir Føroyar ímóti ólógligum innflutningi. Og vit gera tað við stíli.

Til tess krevjast nógv og dugnalig starvsfólk – gjarna tey bestu á sínum øki. Vit eru tí yvir 100 vælútbúgvin fólk, og bara síðstu tvey árini hava vit sett ein cand.jur., ein cand.merc.jur., ein cand.merc.aud., ein cand.phil., ein msc.it., ein MBA’ara, ein skipsførara, tveir økonomar, tvey skrivstovufólk og ein hassjhund.

Sært tú potentialið? Kom og vitja okkum á Jobmatch og legg eina billett inn til bussin. Vit eru í bási nr. 37.


Koyriplanur

13:00-14:00 Helena D. Højgaard: HR & samskifti

13:00-14:30 Jórunn Krett á Borg: Kundatænasta og fyrisiting

13:30-15:00 Poula á Líðarenda: Búskaparfrøði og virkisbúskapur

14:30-16:00 Dan Thomsen og Elisabeth Jacobsen: Tollur

15:00-16:30 Ólavur Brimnes: Kunningartøkni og verkætlanarleiðsla

16:00-17:30 Grettir Jonsson: Grannskoðan og búskaparfrøði

16:30-18:00 Birta Biskopstø: Løgfrøði

17:00-18:30 Garðar Justinussen: Grannskoðan og búskaparfrøði

18:00-19:00 Hjørdis Árnadóttir og Helena D. Højgaard: Fyrisiting og HR & samskifti