Lurta

TAKS skipar fyri tollskeiðum í heyst

Vilt tú læra um tollreglur, upprunareglur og tarifering? Í heyst hevur TAKS skeið um hesi evni.

Skeiðini verða hildin í september, oktober og november. Hvørt skeið varir ein dag og er bæði fyri nýbyrjarar og tey, sum vilja uppfríska sína vitan.

Skeið 1: Tollur og uppruni

Eitt grundskeið í innflutningstolli. Vit gjøgnumganga tollreglurnar, upprunareglurnar og skjølini, sum hoyra til.

Skeið 2: Tarifering

Eitt skeið, har tú lærir at brúka toll- og vøruskránna og at flokka vørur rætt. Vit hyggja eisini at muninum millum rávøru og liðugvøru.

Praktiskar upplýsingar

Skeiðsdagar:
Tollur og uppruni: 9. september, 21. oktober og 11. november.
Tarifering: 16. september, 28. oktober og 18. november.

Tíð: Klokkan 10-15 allar dagar.
Stað: Smyrilsvegur 20, Havn.
Undirvísarar: Annsy Høghamar og Hanna Jacobsen.
Kostnaður:
500 kr. fyri hvørt skeið, íroknað mvg, skeiðstilfar, miðmála og kaffi.
Gjald: Rokning verður send og skal vera goldin, áðrenn skeiðið byrjar.

Tilmeldingarfreistir

  • Fyri skeið í september: Fullteknað
  • Fyri skeið í oktober: Fullteknað
  • Fyri skeið í november: Mikudagin, 28. oktober

 

 

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.