TAKS við kjattbotti: Eyð Eið svarar tínum TAKS-spurningum
Við einum kjattbotti bjóðar TAKS tær nú møguleikan at fáa svar upp á tínar TAKS-spurningar alt samdøgrið. Tað merkir, at tú kanst fáa hjálp, tá tað passar tær, uttan at bíða eftir upplatingartíðum ella sita í telefonkø.
Kjattbotturin eitur Eyð Eið og er ein partur av arbeiðinum at gera tað skjótt og einfalt at samskifta við TAKS, bæði hjá borgarum og vinnu.
Styttri bíðitíð, betri tænasta
Í fjørsummar stytti TAKS um avgreiðslutíðirnar. Orsøkin var greið: nógv fleiri brúka í dag talgildu tænasturnar, og færri ringja ella møta upp. Við at loysa vanligar fyrispurningar á netinum kunnu starvsfólkini brúka meira tíð upp á tey mál, sum krevja meira arbeiði. Hetta gevur samanlagt styttri bíðitíð og betri tænastu.
Tað skal vera lætt at spyrja TAKS
Tú kanst framvegis skriva til okkara á taks@taks.fo. Tú kanst eisini bíleggja eitt svar og fáa okkum at ringja til tín, tá tað passar tær. Harumframt kanst tú brúka Borgaragluggan til nógv av tínum viðurskiftum, og ert tú vinnurekandi, hevur tú Vinnugluggan.
Vilt tú støkka inn á gólvið, ert tú somuleiðis vælkomin í kundatænastu okkara mánadag til hósdag frá kl. 10 til 12.
Eyð Eið er soleiðis ein møguleiki afturat. Tú finnur bottin niðast høgrumegin á taks.fo.