Skriva út
22. september 2015

TAKS við nýggjari tænastu á netinum

Í dag letur upp Borgaragluggin, sum er nýggj sjálvgreiðsla hjá TAKS á netinum, har til ber hjá borgarum at avgreiða nógv viðurskiftir við stovnin lætt og tíðarhóskandi.

Á Borgaraglugganum kann eitt nú søkjast um ferðastuðul, rentustuðul og stuðul til dupult húsarhald, eins og sjálvuppgávan kann latast inn sum higartil.

Allar tínar upplýsingar við hondina
Borgaragluggin gevur eisini innlit í upplýsingar annars millum okkum og TAKS. Her síggjast eitt nú ognir okkara og yvirlit yvir, hvussu nógva løn og frítíðarløn, vit hava fingið, og hvussu nógv vit hava rindað í skatti undanfarin ár, heilt aftur til 1984.

Borgarin skal hava góða tænastu
– Á TAKS arbeiða vit støðugt við at menna virksemið og tænastuna hjá stovninum. Borgaragluggin er nýggjasta stigið á hesi leiðini, og vænta vit, at nú gerst enn lættari hjá borgarum at møta TAKS, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri.

Trygg skipan
Á Borgaraglugganum er trygdin í hásæti, og fyri at rita inn skal ein hava Mínlykil, sum er felags innritanarskipan til Mínboks og aðrar tænastur hjá virkjum og stovnum. Upplýsingarnar um hvønn einstakan borgara eru tí væl vardar og kunnu ikki síggjast av óviðkomandi.

Arbeiðið at gera Borgaragluggan byrjaði í 2012. Tað eru Elektron og NEMA, sum hava ment Borgaragluggan saman við TAKS. Borgaragluggin avloysir eSkatt.

Vitja Borgaragluggan á www.borgaragluggin.fo.