Skriva út
16. juni 2015

Tíggju mánaðir í fongsul fyri rúsevnasmugling

Í dag, 16. juni 2015, dømdi Føroya rættur mann tíggju mánaða fongsulsreving, eftir at hann varð funnin sekur í at smugla góð 75 gramm av amfetamini og 7 gramm av hashi til Føroya.

Rúsevnahundurin hjá TAKS var á flogvøllinum, tá maðurin kom til Føroya við flogfarinum fyrr í ár. Tollarar fingu illgruna um, at eitthvørt óregluligt var við manninum og tóku hann til viks. Hann varð síðan sendur á Landssjúkrahúsið, har staðfest varð, at hann fjaldi rúsevni innvortis. Løgreglan handtók mannin, og í dag varð hann so dømdur.

Tríggir aðrir persónar, sum tiknir eru í tollinum fyri innvortis rúsevnasmugling, bíða eftir dómi sínum.