Skriva út
09. mai 2014

Tikaralop móti øktari sjálvgreiðslu

Í eini uppgerð hjá TAKS frá 5. mai sæst, at í ár hava 4.599 borgarar latið sjálvuppgávu inn um eSkatt. Í fjør var hetta talið 2.660. Við 2.000 nýggju brúkarunum er gjørt eitt rættuligt tikaralop fram ímóti øktari talgildari avgreiðslu. TAKS hevur seinastu árini eggjað fólki til at nýta eSkatt, og talið av brúkarum hevur eisini verið støðugt vaksandi. Eingin ivi er tó um, at tað er lógarkravið um, at allir roknskapir skulu latast inn talgilt, sum er høvuðsorsøkin til øktu nýtsluna av eSkatt í ár.

2/3 hava fingið skattauppgerðina
Av teimum, sum lótu sjálvuppgávuna inn við eSkatt innan 1. mai, hava 3.748 longu fingið sína endaligu skattauppgerð. Tey, sum hava MínBoks, høvdu uppgerðina longu 2. mai, meðan hini hava fingið uppgerðina við postinum hesa fyrstu vikuna í mai. Tey, sum lótu inn í mars, fingu uppgerðina fyrst í apríl.

eSkatt styttir um avgreiðslutíðina
Tá ið fólk lata inn um eSkatt, styttist bíðitíðin eftir endaligu skattauppgerðini munandi. Fólk, sum lata inn á pappíri, kunnu koma at bíða í út við tveir mánaðir eftir endaligu skattauppgerðini, meðan tey, sum nýta eSkatt, vanliga fáa uppgerðina fáar dagar eftir innlating. Orsøkin til styttru avgreiðslutíðina er, at eSkatt skipanin ger, at øll skjøl og tøl verða skrásett sjálvvirkandi. Harvið hvørva fleiri innanhýsis arbeiðsgongdir á TAKS. Av tí at so nógv hava latið inn við eSkatt í ár, vænta vit á TAKS at verða liðug at avgreiða sjálvuppgávurnar hjá borgarum og sjálvstøðugum nakað væl fyrr enn undanfarin ár.

Vegleiðingin er ein íløga
Hóast onkur viðskiftafólk helst hava kent eitt ávíst trýst á sær, at skula nýta eSkatt fyri fyrstu ferð, so hevur tað sambært Dianu Gilstón, leiðara í Kundatænastuni, gingið væl at fáa fólk at nýta eSkatt.

– eSkatt skipanin er ikki torfør at nýta, men sjálvsagt kunnu fólk ivast ella kenna seg ótryggan, tá ið tey skulu lata inn á øðrvísi hátt, enn tey eru von við. Tað hevur tó gingist væl, og afturmeldingarnar frá viðskiftafólkum hava eisini verið jaligar. Onkur hava verið so takksom fyri hjálpina, at tey hava havt hug at givið okkum gávur, men hesum hava vit tó ikki kunnað tikið ímóti, sigur Diana Gilstón.

Kravið um talgilda innlating av roknskapum hevur havt við sær, at væl fleiri viðskiftafólk hava vent sær til TAKS við spurningum um eSkatt og sjálvuppgávuni í ár, men sum Diana Gilstón sigur: At vegleiða fólkum í at nýta sjálvgreiðslurnar hjá okkum kann lættliga síggjast sum ein íløga, tí hvørt ár duga enn fleiri at brúka eSkatt. Harvið eru tey sjálvbjargin næsta ár, tá ið sjálvuppgávan jú aftur skal latast inn.