Skriva út
29. apríl 2022

Tillagingar í handilssáttmálanum millum Føroyar og ES

Tann 23. juni 2021 samtykti felagsnevndin ES-Danmark/Føroyar at tillaga upprunareglurnar í handilssáttmálanum millum partarnar. Við gildi frá 1. september 2021 komu soleiðis nýggjar reglur aftur at teim gomlu frá 2013.

Útflytarar kunnu velja, um teir ganga eftir gomlu reglunum frá 2013 ella teimum nýggju frá 2021

Tveir týðandi munir eru á reglunum.

Hin fyrri er, at í reglunum frá 2013 stendur í art. 4, stk. 2, litra d, at fyri at veiða hjá føroyskt skrásettum skipi uttan fyri 12 fjórðingar skal kunna metast sum upprunavøra, skulu yvirmenninir búgva í Føroyum ella ES. Hetta krav er ikki galdandi í nýggju reglunum frá 2021.

Hin seinni munurin er, at í reglunum frá 2013 stendur í art. 16 um upprunasertifikat, at EUR1 skal nýtast til útflutning av føroyskari upprunavøru, og EUR-MED skal nýtast til kumulering. Tað er, tá ið norsk, íslendsk, turkisk ella sveisisk vøra, ið er nøktandi viðgjørd í Føroyum, verður útflutt til ES sum føroysk. Nýggju reglurnar frá 2021 siga, at EUR1 skal nýtast í báðum førum.

Soleiðis verður skrivað í teig 7 í EUR1-sertifikatinum

Tá ið gingið verður eftir reglunum frá 2013:
Er talan um føroyska upprunavøru, verður einki skrivað í teig 7.
Er talan um kumuleringsvøru, skal EUR MED-sertifikatið nýtast í staðin fyri EUR1.

Tá ið gingið verður eftir reglunum frá 2021:
Er talan um føroyska upprunavøru, verður skrivað: TRANSITIONAL RULES.
Er talan um kumuleringsvøru, verður skrivað: CUMULATION APPLIED WITH (og so kumuleringsland).

Soleiðis verður skrivað á faktura

Tá ið gingið verður eftir reglunum frá 2013:
"The exporter of the products covered by this document No (loyvisnummar hjá TAKS) declares that, except where otherwise clearly indicated, these products are of (upprunaland ella kumuleringsland) preferential origin."

Tá ið gingið verður eftir reglunum frá 2021:
"The exporter of the products covered by this document No (loyvisnummar hjá TAKS) declares that, except where otherwise clearly indicated, these products are of (upprunaland ella kumuleringsland) preferential origin according to the transitional rules of origin."

TAKS