Tolleftirlit kring alt landið við stuttari freist
Herfyri gjørdi TAKS eftirlit umborð á farmaskipinum Orange Spirit, tá tað kom á Tvøroyri.
Skipið var fullfermt við fiski úr Íslandi, sum skuldi til Klaipeda í Litava. Harumframt hevði tað lossiútgerð, sum seinni skuldi umborð á eitt russiskt skip. Hetta var ein av orsøkunum til, at TAKS raðfesti eftirlitið.
Avgjørt varð, at tollararnir skuldu vera á bryggjuni, tá skipið kom. Fyri at fáa teir suður, varð avtala gjørd við Atlantic Airways um flutning við tyrlu. Í samstarvi við løgregluna í Suðuroy varð eisini syrgt fyri, at bilar stóðu klárir við tyrlupallin at koyra tollararnar á bryggjuna.
TAKS fegnast um, at tað við góðari tilrættislegging og dyggum samstarvspørtum ber til at fremja tolleftirlit kring alt landið við stuttari freist.
Eftirlitið gekk væl og var liðugt klokkan 16.30. Einki óvanligt varð staðfest umborð.