Lurta

Tollfría markið á gávusendingum er nú 1.000 krónur

Frá 17. november 2025 er tollfría markið á gávusendingum hækkað úr 700 upp í 1.000 krónur. 

Tað merkir, at býr man uttanlands, kann man keypa eina gávu fyri upp til 1.000 kr. og senda hana til Føroya uttan at rinda toll og avgjald. Gávan kann eisini havast í viðførinum, tá man kemur at vitja.

Tær 1.000 krónurnar eru við mvg.

Treytir eru fyri tollfríleikanum

Gávan skal t.d. ikki innihalda alkohol ella tubbak, og móttakarin skal ikki rinda nakað fyri at móttaka hana.

Allar treytirnar finnast í Vegleiðing um gávusendingar.