Skriva út
07. desember 2021

Tollvaldið avdúkað tvey stór rúsevnamál

Annað málið varð avdúkað í gjár, tá ið tollvaldið kom fram á stórar nøgdir av MDMA-rúsevni, sum tveir persónar royndu at smugla inn til Føroya á flogvøllinum. Málið varð latið løgregluni, og í dag vórðu persónarnir dømdir at sita í fongsli í eitt ár.

Hitt málið varð avdúkað í september, tá ið tollvaldið legði hald á 5,3 kg av hassji, sum ein persónur royndi at smugla í land av Norrønu. Eisini tað málið varð latið løgregluni, og hesin persónur fekk somuleiðis eitt árs fongsulsdóm.