Skriva út
27. mars 2020

Útivið 22 milliónir í umsetningi av Airbnb í 2018

TAKS hevur nú endaliga gjørt upp umsetningin av airbnb-leiguni í 2018. Samlaði umsetningurin var 21,9 milliónir krónur. Hetta gav 13 milliónir krónur í skattskyldigari inntøku. Í miðal hevði hvør útleigari ein umsetning á 73.976 krónur.

Kunningarátak gjørdi mun

Í fjør vár hevði TAKS eitt kunningarátak fyri at fáa fólk at lata inn airbnb-roknskap og at seta hann rætt upp í mun til, hvørjar útreiðslur, ið kunnu dragast frá. Átakið gjørdi góðan mun, tí munandi fleiri roknskapir eru innkomnir og rætt uppsettir.

Tey, sum ikki høvdu sent inn roknskap við ársenda 2019, og sum TAKS metti høvdu havt eina týðandi inntøku, fingu bræv um hetta. Í øðrum førum hevur TAKS mett um sjálva inntøkuna og hevur sett persónar í skatt eftir hesi meting.

Airbnb-leiga skal altíð gevast upp við roknskapi

Roknskapurin skal síðan latast inn saman við sjálvuppgávuni á Borgaraglugganum. Latast kann ikki inn á annan hátt.

Seinasta freist at lata sjálvuppgávuna fyri 2019 inn rættstundis er 1. mai 2020.

Leinki

Airbnb: Soleiðis gevur tú upp inntøkuna til skattingar