Skriva út
19. desember 2019

Vaksandi nøgdir av rúsevnum í Føroyum

TAKS hevur lagt hendur á munandi størri nøgdir av rúsevnum í ár enn í fjør. Hald er lagt á 17,1 kilo av hassji, sum er tvífalt so nógv sum fyri einum ári síðan. Virðið á hassjinum er mett at vera 4,3 milliónir.

Nøgdin á sterkari rúsevnum er eisini støðugt vaksandi. Í ár hevur tolleftirlitið tikið 1 kilo av amfetamini, 500 LSD-frímerkir, 45 gramm av MDMA og 50 gramm av kokaini.

Mett verður, at rúsevnini í alt kundu verið seld fyri 5,8 milliónir krónur á marknaðinum.