Skriva út
17. juli 2014

Vegleiðingarskrivið komið út í nýggjari teldutøkari útgávu

Fyrsta vegleiðingarskrivið kom út í januar 1942 – tað fylti eina síðu. Vegleiðingarskrivið (VLS) kom síðani út á hvørjum ári – við øktum síðutali – líka til 1996, tá tað var 245 síður. VLS var fyrst og fremst ein vegleiðing frá Líkningarráðnum til kommunurnar, at fáa líkningina so eins, sum til bar. Kommunurnar høvdu líkningina av kommunuskatti um hendi inntil 1998, tá ið øll líkningin varð flutt til Toll- og skattstovuna (TAKS). Men VLS gjørdist skjótt eitt hjálpiamboð eisini hjá landsumsitingini og privatum fyritøkum og persónum – advokatum, grannskoðarum og øðrum, sum arbeiddu við skattaspurningum. VLS er soleiðis uppfatanin hjá TAKS av galdandi skattarætti og mannagongd á økinum, sum eiga at verða fylgd, so atlit verður tikið at skattaálíkningini og ansað verður eftir, at hon fer fram á rættan og samlíkan hátt og í samsvari við galdandi skattareglur.

Báði hjá starvsfólki á TAKS og øðrum, sum arbeiða við skattaspurningum, hevur saknur verið í einum dagførdum vegleiðingarskrivi at hava at styðja seg til. Men nú hevur skattaumsitingin gjørt eitt nýtt teldutøkt vegleiðingarskriv, sum er dagført eftir galdandi skattaásetingum. Nógvar broytingar eru farnar fram hesi nógvu árini.

VLS er lagt á heimasíðuna hjá TAKS sum teldutøkt, eingin bókaútgáva verður hesaferð, men tað ber til at printa tað út sum hefti, um onkur vil hava pappírsútgávu av vegleiðingarskrivinum.

> Heinta vegleiðingarskrivið