Um TAKS
Hvat er endamálið við TAKS, hvørji virðir grunda vit arbeiði okkara á, og hvussu vilja vit røkka okkara málsetningum? Les um missión, visjón, virðir og strategi.
Missiónin hjá einum stovni er endamálið við honum. Tað, sum hann er settur til at gera.
Missiónin hjá TAKS er at tryggja samfelagnum inntøkur, umsita veitingar og at verja samfelagið ímóti ólógligum inn- og útflutningi. Fyri at røkja hesa uppgávu væl, hava vit sett okkum eina visjón og nøkur virðir at arbeiða eftir.
Ein visjón er ein málsetningur. Eitt framtíðarmál, sum skapar virkisfýsni og setir futt í fólk.
Visjónin hjá TAKS er at vera Føroya besti stovnur. Tí stoltleikin flytur okkum sum starvsfólk og skapar framburð fyri samfelagið.
Sum starvsfólk flytur hann okkum, tí hann krevur, at vit fara eftir greiðum og góðum úrslitum, og at vit eru sjónlig, opin og luttakandi. Nærlagni, dugnasemi og tænastusinni skulu kennast aftur í hvørjum starvsfólki og í hvørjari detalju.
Framburð fyri samfelagið skapar hann, tí at borgarar og myndugleikar fáa gagn av, at tey hava ein nútíðarbæran, tænastusinnaðan og fakliga dugnaligan stovn, sum er fyrimyndarliga væl rikin.
Visjónin hjá TAKS er at vera Føroya besti stovnur. Fyri at røkka visjónini byggja vit á nøkur virðir, sum vit royna at liva upp til í okkara dagliga arbeiði.
Virðini eru hesi:
- Vit virðismeta virkisfýsni
- Menning og vitan eru avgerandi fyri okkum
- Trúvirði er ein fyritreyt fyri okkara arbeiði
- Vit eru einstaklingar, men partar av eini heild
- Vit eru tænastusinnað
- Okkara úrslit eru best, tá ið vit trívast
Har sum visjón og virðir eru ynskir og málsetningar, er strategiin ítøkilig. Ein konkret ætlan, har ynski og málsetningar eru innbygd, og sum ger okkum til Føroya besta stovn í verki.
Strategiin er, at frá 2024 til 2030 skulu vit skapa eina KT-skipan, ið skal nýmótansgera fyrisiting okkara og vera okkum og samfelagnum øllum ein stoltleiki.
Fyri TAKS verður hetta eitt talgilt skifti, og talgilda skiftið kalla vit eisini strategiina.
Talgilda skiftið – Strategiin hjá TAKS 2024-2030
Talgilda skiftið skal endavenda og modernisera verandi innanhýsis KT-skipan hjá TAKS. Ta skipan, sum vanliga verður kallað Elektronskipanin ella Toll- og skattaskipanin, og sum er frá fyrst í 1980’árunum. Talgilda skiftið er ein stór ætlan, og leiðslan góðtekur, at hon fer at ávirka annað virksemi á stovninum næstu árini.
Vakin um tað verandi – opin fyri tí ótonkta
Hetta er motto okkara í talgilda skiftinum og skal minna okkum á, at skulu vit røkka á mál, mugu vit vera bæði eyðmjúk og áræðin. Eyðmjúk, tá ið vit viðurkenna dygdir við verandi skipan og taka tær við okkum. Áræðin, tá ið vit loysa úr bondum og hugsa nýggjar tankar. Tí genialitetur býr í gomlum sum óføddum, og tað er við hesum hugburði, at vit í felag skulu fremja hesa stóru ætlan. Til ásetta tíð og ásetta játtan.
Talgilda skiftið hevur trý fokusøki
Tey eru Kjarnan, tað góða arbeiðsplássið og tær vanligu uppgávurnar.
Kjarnan
Fokusøkið Kjarnan er sprottið úr tí gamla og vælroynda fokusøkinum: betri arbeiðsamboð. Við tí hevur TAKS tey seinastu 12 árini arbeitt við at fáa fígging til at endurnýggja verandi KT-skipan, og loksins lukkaðist. Nú seta vit ferð á, og Kjarnan verður umráðandi partur av verkinum.
Týðandi lutir í hesum fokusøki eru menning, innovatión, stýring og góðska.
Tað góða arbeiðsplássið
TAKS hevur altíð lagt sær nær at vera eitt gott arbeiðspláss. Í talgilda skiftinum má serligur dentur leggjast á hetta, tí skiftið kann fara at ávirka nógv, og tá er at lofta avbjóðingunum.
Tí vit vilja, at TAKS enn sum áður skal vera eitt arbeiðspláss, ið byggir á álit, stoltleika og felagsskap. Har vit hava eina týðiliga leiðslu, sum vísir veg, og sum samskiftir greitt og væl. Har vit kunnu menna okkum fakliga og persónliga. Har vit skapa somu og jaligu uppliving fyri øll, og har øll kenna seg vird.
Týðandi lutir í hesum fokusøki eru samskifti, førleikar, trivnaður og leiðsla.
Tær vanligu uppgávurnar
Tær vanligu uppgávurnar eru allar tær, sum vit hava verið von við á TAKS áðrenn talgilda skiftið – í rakstri sum í eftirliti. Hesar uppgávur skulu framvegis vera, men skiftið kann fara at fylla so nógv, at ikki slepst undan broytingum. Leiðslan góðtekur hetta, men vil røkja uppgávurnar sum best og eisini geva rúm fyri at menna tær.
Týðandi lutir í hesum fokusøki eru dagligur rakstur, raðfestingar, optimering, eftirlit og skynsemi. Her eru eisini hini fokusøkini, sum vóru áðrenn talgilda skiftið, t.e. er kundin, null inntøpping, betri eftirlit og betri arbeiðsamboð.
Búmerki okkara er blað og stelkur. Blaðið umboðar trivnað og menning, stelkurin umboðar samskifti, bæði innanhýsis og millum stovn og borgara. Blaðið er gylt og dimmgrønt á liti. Litirnir umboða virðiligheit, myndugleika og fakligan stoltleika, og í hesum litum vilja vit eisini røkja okkara uppgávur. Skriftin er rund og mild, samstundis sum hon hevur tyngd.
Soleiðis lýsir búmerkið ein stovn í menning, sum samskiftir og hevur myndugleika, og sum er virðiligur, álítandi og fyrikomandi.
Tak niður búmerki |
RGB.JPEG |
CMYK.PDF |
CMYK.EPS |
Navnið TAKS rennur úr tí at vera til taks – í okkara føri at vera til taks hjá borgarum og fyritøkum. Samstundis inniheldur tað forbókstavirnar í tolli, avgjøldum, kolvetni og skatti, sum eru nøkur av høvuðsstarvsøkjunum hjá stovninum.
Navnið bleiv til í innanhýsis kapping á stovninum í sambandi við samleikaskifti okkara í 2008. Tað sat við fyrsta skot, og beinanvegin hómaðust møguleikarnir. Navnið verður alt skrivað við stórum, TAKS.