Arbeiðsmarknaðareftirløn
Arbeiðsmarknaðareftirløn er ein felags uppsparing hjá øllum arbeiðsgevarum og løntakarum. Endamálið við henni er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá okkum øllum at fáa eina eftirløn, tá ið vit gerast pensjonistar. Skipanin verður umsitin av Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, eisini kallaður AM-grunnurin, AMEG og Samhaldsfasti.
Øll, sum eru undir 67 ár og skattskyldig í Føroyum, rinda ein prosentpart av skattskyldigu inntøku síni í grunnin. Sama prosentpart rindar tú eisini sum arbeiðsgevari av øllum útgoldnum A-inntøkum, tó ikki av teirri hjá útlendingum undir FAS-skipanini og tílíkum skipanum. Føroya løgting ásetir, hvussu stórur prosentparturin skal vera, í løtuni eru hann 3,00%.
Hvussu rindi eg í grunnin sum arbeiðsgevari?
Rokning fyri títt gjald sum arbeiðsgevari verður send tær í www.minrokning.fo fyrst í hvørjum mánaði. Har kanst tú eisini fáa gjaldið avgreitt sjálvvirkandi, ella tú kanst eisini stovna eina gjaldsavtalu við TAKS. Tað lættir um, tí tá verður títt arbeiðsmarknaðareftirlønargjald flutt sjálvvirkandi av kontu tíni. Klikk á "Vegleiðing til at stovna gjaldsavtalur" undir snarslóðum og les meira um hetta.
Fyri at fáa útgjald úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum skalt tú vera:
- 67 ár ella eldri
- og skalt í minst trý ár, meðan tú vart millum 15 og 67, hava havt fastan bústað í Føroyum og tá hava verið skrásettur í landsfólkayvirlitinum í Føroyum.
Útgjaldið úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum er 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt árið, ein hevur verið búsitandi í Føroyum, meðan ein var millum 15 og 67 ár, tó í mesta lagi í 40 ár. Í 2023 er full arbeiðsmarknaðareftirløn 6.070 kr. um mánaðin.
Teir persónar, sum hava bústað í Føroyum og hava brøk = ella > 15, fáa fult útgjald frá 1. januar 2018.
Arbeiðsmarknaðareftirlønin verður goldin á kontu hvønn mánað forút.
Býrt tú í Føroyum, er ikki neyðugt at søkja, tí tá fært tú eftirlønina sjálvvirkandi.
Býrt tú uttanlands, skalt tú søkja um arbeiðsmarknaðareftirløn og leggja lívváttan saman við umsóknini. Tú finnur umsókn og lívváttan undir snarslóðum.