Løn og eftirløn til fólkapensjonistar skal øll rindast sum vanlig løn. Einki skal rindast sum eftirløn. Kemur tú kortini til at rinda ein part sum eftirløn, steðgar skattaskipanin hesum sjálvvirkandi, og tú fært boð um, hvussu lønin eigur at verða útgoldin.
Eftirløn hjá fólkapensjonistum
Hevur tú fólkapensjonistar í arbeiði, skalt tú ikki rinda teimum ein part av lønini sum eftirløn, tí lógin sigur, at tá ið vit fáa fólkapensjón, kunnu vit ikki spara saman til eftirløn eisini. Vit kunnu tó sjálvandi spara saman privat.