Skriva út

Eftirløn til fólkapensjonistar

Hevur tú fólkapensjonistar í arbeiði, skalt tú ikki rinda teimum ein part av lønini sum eftirløn, tí lógin sigur, at tá ið vit fáa fólkapensjón, kunnu vit ikki spara saman til eftirløn eisini. Vit kunnu tó sjálvandi spara saman privat.

Løn til fólkapensjonistar skal øll gjaldast sum vanlig arbeiðsløn

Einki skal rindast til eftirløn. Kemur tú av misgáum at rinda ein part sum eftirløn, verður hetta sjálvvirkandi steðgað av skattaskipanini. Tú fært tá boð um, at eftirlønin skal rindast sum vanlig løn og ikki sum eftirløn.