Lurta

Hvat er eftirløn? | Vinna

Eftirløn er samansparing til pensjónsárini. Hevur tú fulla skattskyldu í Føroyum og ikki ert komin í fólkapensjónsaldur, skalt tú spara saman til eftirløn.

Eftirløn skal rindast av A-inntøku og B-inntøku

Eftirløn av A-inntøku

A-inntøka er inntøka, sum fer gjøgnum skattaskipanina. Skatturin er goldin, tá pengarnir koma á kontu.

Tann, sum rindar inntøkuna, skal samstundis gjalda inn til eftirlønina hjá tí, sum inntøkuna fær. Inngjaldið skal vera í minsta lagi 12% av inntøkuni. Tað kann vera meira, men ikki minni.

Eftirløn av B-inntøku

B-inntøka eru inntøka, sum sum ikki fer gjøgnum skattaskipanina. Skatturin er ikki goldin, tá pengarnir koma á kontu.

Av B-inntøku skulu eisini rindast 12% í eftirløn. Gjaldsfreistin er 1. november árið eftir inntøkuárið.

Treytir og undantøk í sambandi við eftirløn

Treytir

  • Eftirløn kann ikki takast út í úrtíð.
    Hon kann heldur ikki veðsetast ella mótroknast í peningakravi.
  • Eftirløn er partur av felagsbúgvi hjá hjúnum.
    Við hjúnaskilnað verða eftirlønirnar hjá hjúnunum javnbýttar. Lívrenta er tó ikki partur av felagsbúnum.

Undantøk

  • Tænastumenn skulu ikki rinda til eftirløn sambært eftirlønarlógini.
    Inntøkan skal vera forvunnin í tænastumannastarvinum.
  • Lesandi uttanlands skulu ikki rinda til eftirløn sambært eftirlønarlógini.
    Inntøkan skal vera forvunnin  uttanlands, og full skattskylda skal vera í Føroyum.
  • Ymisk útgjøld eru ikki fevnd av eftirlønarkravinum.
    Dømi eru almannapensjón, lutaeftirløn, lívrenta, legat og eydnuspælsvinningar.

Síggj øll undantøkini í § 3 í eftirlønarlógini

Soleiðis fært tú tær eina eftirlønarsamansparing

Tú fært tær eina eftirlønarsamansparing við at seta teg í samband við ein eftirlønarveitara. Hann gevur tær eitt kontunummar, sum inngjøldini kunnu setast inná.

Eftirlønarveitarin kann vera ein peningastovnur, ein eftirlønargrunnur ella eitt lívtryggingarfelag. Hann skal hava heimstað í Føroyum.

Hey, eg eiti Eyðei og eri nýggi TAKS-botturin.

Hevur tú ein TAKS-spurning?

Spyr meg bara.