Skriva út

Lógirnar um eftirløn

Lógargrundarlagið undir føroyskum eftirlønum eru eftirlønarlógin og rentutryggingarlógin. Viðurskiftini kring eina eftirløn valdast tískil um, hvørjari av hesum báðum lógum, hon er goldin eftir.

Eftirlønarlógin

Eftirlønarlógin kom í gildi 1. januar 2014. Eftirlønarlógin er ikki sum rentutryggingarlógin ein lóg, sum bert eggjar fólki at spara upp til egna eftirløn. Hon áleggur fólki at gera tað.

Rentutryggingarlógin

Rentutryggingarlógin kom í gildi í 1972. Hon var einasta lóg á eftirlønarøkinum, áðrenn verandi eftirlønarlóg kom í gildi. Rentutryggingarlógin heimilaði m.a. frádrátt fyri tær eftirlønir, sum vóru fevndar av lógini, til og við 31. desember 2014, tá eftirlønarlógin tók yvir.

Síggja vit burtur frá inngjaldspartinum, eru rentutryggingar sambært rentutryggingarlógini framvegis galdandi.