Skriva út

Gjaldsavtala við TAKS, feløg

Við eini gjaldsavtalu við TAKS tryggjar felagið sær, at gjøld til TAKS verða flutt stundisliga. Øll feløg kunnu stovna gjaldsavtalur.

Soleiðis stovnar felagið eina gjaldsavtalu

Tað eru tríggir mátar at stovna gjaldsavtalur: gjøgnum TAKS, peningastovnin ella heimabankan.

Gjøgnum TAKS
Fyll út umsóknina “Gjaldsavtala hjá feløgum við TAKS" ella “Gjaldsavtala hjá feløgum við TAKS um at gjalda rokningar á Vinnuglugganum", alt eftir um gjaldast skal á Vinnuglugganum ella ikki.

Finn umsóknirnar undir oyðubløðum her á síðuni.

Gjøgnum peningastovnin
Ring til peningastovnin ella bankaráðgevan og bið um eina gjaldsavtalu. Tey vegleiða.

Gjøgnum heimabankan
Stovna avtaluna við at skriva inn niðanfyristandandi upplýsingar, alt eftir hvat slag av avtalu, ið talan er um.

PBS-nr.Deb. bólkurSlag av avtaluDømi um
GS-kundanummar
Frágreiðing til
GS-kundanummar
51087482HL:HúsaleiguskatturBOHL10125104700BO + HL + Ptal + 00
51087482KB:VinningsbýtisskatturBOKB58206900000BO + KB + Vtal + 00000
51087482KS:Kapitalvinningsskattur PtalBOKS25106405900BO + KS + Ptal + 00
51087482KS:Kapitalvinningsskattur VtalBOKS59608600000BO + KS + Vtal + 00
51087482PS:PartafelagsskatturISPS58437100000IS + PS + Vtal + 00000
51087483HT:HeilsutrygdBOHT09111613800BO + HT + Ptal + 00
51087483KG:KarensgjaldBOKG52533200000BO + KG + Vtal + 00000
51087483SE:Almannakrøv/útlendsk krøvBOSE18056501900BO + SE + Ptal + 00
51087483IK:Incasso PtalIKIK15026102300IK + IK + Ptal + 00
51087483IK:Incasso VtalIKIK59608600000IK + IK + Vtal + 00000
51087484BA:BarsilsgjaldBOBA59608600000BO + BA + Vtal + 00000
51087485LA:LønhæddaravgjaldBOLA59522500000BO + LA + Vtal + 00000
51087485MV:MvgBOMV59359100000BO + MV + Vtal + 00000
51087485BS:BskatturKOBS08048709600KO + BS + Ptal + 00
51087485RS:Restskattur (Írestandi skattur)KORS11105405310KO + RS + Ptal + 2 síðstu ciffur av ári
51087483KF:KringvarpsgjaldBOKF(p-tal+00)BO + KF + Ptal + 00
Brúk fyri hjálp at stovna gjaldsavtalu við TAKS?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 gerandisdagar millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til taks@taks.fo. Vit vegleiða fegin.